Sissal kom víðari!
13 poeng fingu Sissal og Eugen frá dómarunum eftir væleydnaða dansin, har Sissal eisini bar Eugen eftir gólvinum, nakað hann aldrin hevði roynt fyrr.
Nú atkvøðurnar eru taldar saman er greitt at Sissal er komin víðari og tí skal dansa aftur næsta fríggjakvøld.
Hon hevur altso enn ein møguleika at koma lika langt í “Vild Med Dans” og enntá longri, enn hon kom í Eurovision.