Skapa børn av húðkyknum

Vísindafólk hava brúkt húðkyknur hjá menniskjum til at skapa fruktagóð egg, sum eru før fyri at framleiða tíðliga fostur.

Hettar er ein framgongd, sum kann víðka um møguleikarnar fyri viðger fyri barnloysi, vísir nýggj kanning.

“Proof-of-concept”- kanningin var almannakunngjørd týsdagin í tíðarritinum Nature Communications.

Hon fevndi um at taka kjarnuna, tann partin av kyknuni, sum inniheldur flestu arvaupplýsingarnar, úr eini vanligari húðkyknu hjá menniskjum og seta hana í eitt donara-egg, sum hevur fingið strikað sítt egna DNA.

Higartil er teknikkurin tann sami sum varð brúktur til at skapa Dolly the Sheep, heimsins fyrsta klonaða súgdjór í 1996 . 

Granskararnir framleiddu á hendan hátt, 82 virknar eggkyknur, ella óbúnaðar eggjakyknur, sum síðani vórðu víðari búnaðar á rannsóknarstovuni. Eingin av teimun búnaðist meira enn seks dagar. 

Úrslitið, eitt egg, sum deilir DNA við tann sum lat húðkyknuna, og sum fær ísáað sáðkyknu, er ein málsteinur í at menna eina nýggja tilgongd til viðgerð av barnsloysi.

Teknikkurin kann vinna á barnsloysi orsakað av elli ella sjúku, við at brúka næstan einhvørja kyknu í kroppinum sum útgangsstøði fyri lív.

Teknikkurin noyðist ikki at brúka húðkyknur hjá kvinnum, hann kann eisini brúka húðkyknur hjá einum manni.

Hettar letur dyrnar upp fyri at samkynd pør kunnu fáa børn, sum eru arvaliga í ætt við báðar partnarar.

Til dømis kan húðin hjá einum mannligum samkyndum vera brúkt til at gera eggið, og sáðkyknan hjá einum mannligum partnara brúkt til at befrugta tað.

Paula Amato

Paula Amato

Í minsta lagi eitt áratíggju fer tó at ganga, áðrenn teknikkurin verður kliniskt tøkur, sambært Dr. Paula Amato, professari á OHSU, Læknaskúlanum í Oregon.