Close Menu
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Faroe Islands Review
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Subscribe
    • Home
    • About us
    • Post
    • Services
    • Contact
    Faroe Islands Review
    Home » Skjótt verður tað ikki longur ókeypis at parkera bilin
    News

    Skjótt verður tað ikki longur ókeypis at parkera bilin

    Faroe Islands ReviewBy Faroe Islands ReviewJuly 30, 2025No Comments2 Mins Read
    Share Facebook Twitter Pinterest Copy Link Telegram LinkedIn Tumblr Email
    Share
    Facebook Twitter LinkedIn Pinterest Email

    Nú verður ikki leingi, so sleppa kommunur at krevja pengar frá bilførarum fyri at parkera.

    Hetta er eitt gamalt ynski frá nøkrum kommunum, serliga Tórshavnar kommunu.

    parkeringsviðurskiftini eru vánalig í miðbýnum í Havn og hóast býráðslimir hava tosað um hetta hesi seinastu nógvu árini, er lítið og einki hent – og samstundis er bilatalið fleirfaldað.

    Samstundis eru tað eini 15 ár síðani, at Tórshavnar Býráð fór at seta ynski fram um at fáa eina skipan við gjaldsparkering, so at bilførarar skuldu rinda fyri at parkera.

    Síðani hava øll býráðini sett sama ynskið fram. Alt hevur kortini verið til fánýtis, tí tað krevur, at Løgtingið samtykkir tað, men higartil hevur politiskur meiriluti ikki verið fyri tí.

    Men nú er vend komin í. Aksel V. Johannesen sigur, at Landsstýrið arbeiðir nú við eini skipan um gjaldsparkering.

    – Ferðslutrýstið økist støðugt, og tað hevur við sær, at eftirspurningurin eftir parkeringsplássum økist – og tá kann gjaldsparkering vera eitt gott amboð, segði løgmaður í ólavsøkurøðu síni í gjár.

    Hann sigur, at uppskot um hetta verður væntandi lagt fyri Løgtingið í vár.

    Tað eru fleiri endamál við at fáa eina skipan við gjaldsparkering.

    Eitt endamál er at stýra ferðsluni og at hava betri tamarhald á, hvar bilførarar parkera.

    Eitt annað endamál er at eggja fólki at brúka Bussleiðina, sum er ókeypis, heldur enn at fara í bili og tað hevði minkað um talið á bilum í býnum.

    Og eitt endamál er eisini at seta inntøkurnar frá parkering í ein grunn sum skal brúkast til at útvega fleiri parkeringspláss.

    Follow on Google News Follow on Flipboard
    Share. Facebook Twitter Pinterest LinkedIn Tumblr Email Copy Link
    Previous ArticleMenn og barnsburðartunglyndi
    Next Article Fleiri føroyingar skulu hava sólorku – og skiftandi streymprísir
    Faroe Islands Review
    • Website

    Related Posts

    Trump sendur út fleiri hermenn

    October 8, 2025

    Brekumboðið er farið til verka

    October 8, 2025

    Vónbrot í Batumi

    October 8, 2025

    Comments are closed.

    Facebook X (Twitter) Instagram Pinterest
    © 2025 Faroe Islands Review.

    Type above and press Enter to search. Press Esc to cancel.