Sleppa ikki í land av Galaxy á Krambatanga

Nú er meiri enn ein trý korter síðani at Galaxy kom til Krambatanga úr Havnina.

Men tá ið tey høvdu lagt at, fekst portrið ikki niður so nú hava tey sitið umborð í meiri enn ein hálvan tíma.

Fyri eini løtu síðani var ein reipstigi sleptur niður eftir hekkuni og har gongur so ein maður við amboðum og roynir at bera so í bandið, at portið fæst niður