Søkt verður eftir avloysara fyri prestin í Vestmanna
Fólkakirkjan skivar soleiðis á folkakirkjan.fo:
Virkandi sóknarprestur til Norðstreymoyar vestara prestagjald
Søkt verður eftir avloysara til tænastuna sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við støði í Vestmanna.
Talan er um tíðarskeiðið 1. september 2025 – 30. september 2026. Tænastan verður skipað í samráð við sóknarprestin, ið býr í Kvívík.
Í prestagjaldinum eru tríggjar kirkjusóknir: Vestmanna, Kvívík og Kollafjørður.
Eingin tænastubústaður er til embætið. Einki viðurlag verður latið fyri tvørrandi bústað.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, t.d. gudstænasta og andakt á ellis- og røktarheimi, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.
Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda saman við umsóknini váttan frá Pastoralseminarium. Harafturat mega kandidatar, ið ikki er prestvígdir, hava lokið biskupspróvtøkuna innan 10. august 2025.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1 Eru fyrispurningar ella ivamál, eru tygum vælkomin at skriva til biskupin á [email protected]
[email protected]
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn,J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn ella [email protected]
[email protected]
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 6. august 2025 kl.12.00.