Close Menu
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Faroe Islands Review
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Subscribe
    • Home
    • About us
    • Post
    • Services
    • Contact
    Faroe Islands Review
    Home » Søkt verður eftir avloysara fyri prestin í Vestmanna
    News

    Søkt verður eftir avloysara fyri prestin í Vestmanna

    Faroe Islands ReviewBy Faroe Islands ReviewJuly 20, 2025No Comments1 Min Read
    Share Facebook Twitter Pinterest Copy Link Telegram LinkedIn Tumblr Email
    Share
    Facebook Twitter LinkedIn Pinterest Email

    Fólkakirkjan skivar soleiðis á folkakirkjan.fo:

    Virkandi sóknarprestur til Norðstreymoyar vestara prestagjald

    Søkt verður eftir avloysara til tænastuna sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við støði í Vestmanna. 

    Talan er um tíðarskeiðið 1. september 2025 – 30. september 2026. Tænastan verður skipað í samráð við sóknarprestin, ið býr í Kvívík. 

    Í prestagjaldinum eru tríggjar kirkjusóknir: Vestmanna, Kvívík og Kollafjørður.

    Eingin tænastubústaður er til embætið. Einki viðurlag verður latið fyri tvørrandi bústað. 

    Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, t.d. gudstænasta og andakt á  ellis- og røktarheimi, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.

    Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. 

    Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda saman við umsóknini váttan frá Pastoralseminarium. Harafturat mega kandidatar, ið ikki er prestvígdir, hava lokið biskupspróvtøkuna innan 10. august 2025. 

    Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1 Eru fyrispurningar ella ivamál, eru tygum vælkomin at skriva til biskupin á [email protected] 

    [email protected]

    Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn,J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn ella [email protected]

    [email protected]

    Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 6. august 2025 kl.12.00.

    Follow on Google News Follow on Flipboard
    Share. Facebook Twitter Pinterest LinkedIn Tumblr Email Copy Link
    Previous ArticleJóhann og Roðar taka samanum G! festivalin
    Next Article Talið av saknaðum í Texas er niðurraðfest
    Faroe Islands Review
    • Website

    Related Posts

    Trump sendur út fleiri hermenn

    October 8, 2025

    Brekumboðið er farið til verka

    October 8, 2025

    Vónbrot í Batumi

    October 8, 2025

    Comments are closed.

    Facebook X (Twitter) Instagram Pinterest
    © 2025 Faroe Islands Review.

    Type above and press Enter to search. Press Esc to cancel.