Close Menu
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Faroe Islands Review
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Subscribe
    • Home
    • About us
    • Post
    • Services
    • Contact
    Faroe Islands Review
    Home » Suðuroyarsiglingin hjá Galaxy er framskundað eina viku
    News

    Suðuroyarsiglingin hjá Galaxy er framskundað eina viku

    Faroe Islands ReviewBy Faroe Islands ReviewAugust 1, 2025No Comments3 Mins Read
    Share Facebook Twitter Pinterest Copy Link Telegram LinkedIn Tumblr Email
    Share
    Facebook Twitter LinkedIn Pinterest Email

    Vit hava áður skrivað, at Smyril fer av landinum á beding seinast í august og at hann verður burtur í einar 8-10 vikur.

    Samstundis er greitt, at tað verður grikska ferjan, Galaxy, sum skal avloysa Smyril hesa tíðina.

    Niels Juel Arge, stjóri í Strandferðsluni, sigur, at alt er framskundað eina viku, so at tað verður um tríggjar vikur, leygardagin 23. august, at Galaxy fer í sigling.

    Hann sigur, at tað er framskundað eina viku fyri at bøta um sannlíkindini fyri, at Galaxy fær gott veður at sigla í.

    Galaxy siglur nakað seinni enn Smyril ofg hevur 2,5 tímar um hvønn túrin, so hann klárar bara tveir túrar um dagin, og ferðaætlanin verður lýst í næstum.

    Í gjár fekk fekk Strandferðslan harðar atfinningar í Løgtinginum, har tinglimir úr Suðuroynni vístu á, at ferðaætlanin er løgd soleiðis til rættis, at tað fer at beina fyri øllum ítróttarvirksemi, og øðrum frítíðarvirksemi í Suðuroynni, allar hesar 8-10 vikurnar, Galaxy verður í sigling.

    Orsøkin er, at tað er so stutt ímillum túrarnar, at tað verða ikki stundir at spæla ein dyst í Suðuroynni, uttan at liggja nátt – fyri ikki um at tala tá ið talan er um eina kapping, har fleiri dystir skulu spælast.

    Men Niels Juel Arge sigur, at tað, sum varð umrøtt í Løgtinginum í gjár, var fyrsta uppskotið til eina ferðaætlan, og at tað síðani er broytt, so at tað fer at bera til at hava ítrótt í Suðuroynni.

    Í uppskotinum til ferðaætlan skuldi Galaxy sigla soleiðis leygardag og sunnudag: Av Krambatanga klokkan 7.30, av Havnini klokkan 11, av Krambanga aftur klokkan 15.30 og so aftur av Havnini klokkan 19.

    Eftir hesi ætlanini sæst, at tað verða ikki stundir at avgreiða nakran ítrótt í Suðuroy, uttan at noyðast at liggja nátt.

    Men nú er tað broytt soleiðis, at leygardagar og sunnudagar fer Galaxy av Krambatanga klokkan 7, av Havnini 10.30 av Havnini og klokkan 17 av Krambatanga aftur og so klokkan 20.30 av Havnini aftur.

    Tað merkir, at ítróttarlið, og onnur, fáa góðar tríggjar tímar í Suðuroynni leygardagar og sunnudagar.

    Niels Juel Arge sigur, at nú er ferðaætlanin toygt so langt sum tilber, uttan at gera seg inn á hvílitíðirnar hjá manningini.

    Galaxy hevur verið er áður, men stjórin á Strandferðsluni sigur, at hon er í betri standi nú, enn hon var tá, tí fleiri ábøtur eru gjørdar umborð.

    Har er annars eisini bæði kiosk og kafeteria umborð við føroyskari manning. Galaxy tekur 350 ferðafólk og 140 akfør, tá ið eingin farmur er við. Bíleggingarskipan hjá Smyrli kann eisini brúkast til tey, sum vilja hava ferðaseðil við Galaxy.

    Follow on Google News Follow on Flipboard
    Share. Facebook Twitter Pinterest LinkedIn Tumblr Email Copy Link
    Previous ArticleVideo: Hetta er byrjanin til nakað nýtt
    Next Article Føroyskar stjørnur syngja Disney-sangir
    Faroe Islands Review
    • Website

    Related Posts

    Trump sendur út fleiri hermenn

    October 8, 2025

    Brekumboðið er farið til verka

    October 8, 2025

    Vónbrot í Batumi

    October 8, 2025

    Comments are closed.

    Facebook X (Twitter) Instagram Pinterest
    © 2025 Faroe Islands Review.

    Type above and press Enter to search. Press Esc to cancel.