Sunnudagin kann myndin verða heilt klár

Nú 19. umfar í bestu landskappingini hjá monnum er liðugt er tað heilt lítið ella kanska rættari sagt einki, sum bendir á, at KÍ ikki fer at megna at halda tørn um oddasessin og vinna FM heitið.

Í kvøld endaði tað við tryggum 3-0 sigri á útivølli ímóti B36, sum so mangan hevur argað klaksvíkingar. Eisini tá ið KÍ hevur verið stórur favorittur at vinna.

Í kvøld var eingin ivi. Serliga í seinna hálvleiki runnu teir í B36 nógv aftaná teimum bláu og hvítu, sum á ongan hátt kendust vera darvaðir av vónbrotinum, sum tað var, tá ið tað hóskvøldið í Ungarn endaði við, at KÍ varð varpað úr Europa.

Nú sunnudagin verður 24. august. Tað er stovningardagurin hjá KÍ, sum sá dagsins ljós 24. august í 1904. Á 121. degnum fyri stovnanina fær KÍ vitjan av HB, sum fyrst í oktober verður 121 ár.

Undan átta teimum seinastu umførunum er HB næstfremst. Tað eru átta stig frá HB og fram til KÍ, sum eigur útsettan dyst á útivølli ímóti EB/Streymi. Hann er settur at vera mikudagin 24. september. Higartil í ár hevur KÍ vunnið 17 dystir og spælt ein javnan. Um tað ikki eydnast HB sunnudagin sum fyrsta felag í ár at koppa FM favorittunum í Klaksvík, so verður als eingin ivi um tað, sum longu nú sær út til at verða veruleiki.

HB venjarin André Olsen hevur ikki tapt, síðani hann tók við venjarastarvinum, og hann er tann einasti, sum hevur megnað javnleik ímóti KÍ.

Leygardagin fær 07 Vestur vitjan av TB. Hetta eru tey bæði niðastu á støðutalvuni. Um tað ikki eydnast 07 Vestur at vinna fulla úrtøku ímóti TB, so fer tað at síggja ógvuliga svart út hjá 07 Vestur, sum í hesum umfarinum hevur verið í bestu deildini síåani 2021.

Í kvøld endaði sera undirhaldandi grannauppgerðin millum Víking og NSÍ 3-3. Úrslitið ber við sær, at NSÍ misti silvurplássið, men NSÍ er framvegis stórfavorittur at vinna europeiskt pláss.

Víkingarnir vóru vónbrotnir, tí tað ikki eydnaðist teimum at vinna øll stigini, tá ið teir vóru 11 ímóti 10 í meiri enn 85 minuttir. Javnleikurin ber við sær, at Víkingur nú er seks stig frammanfyri B36 í kappingini um fjórða plássið, sum kann fara at vísa seg at vera nóg mikið fyri at vinna kvalifikatiónina til at spæla í Europa á sumri í 2026.

B36 hevur tapt allar tríggjar ferðirnar eftir summarsteðgin við samantalda málmuninum 2-9. Nú snýr tað seg meiri um hjá B36 at halda seg frammanfyri EB/Streym. B36 hevur 25 og EB/Streymur 23 stig.

Á Svangaskarði endaði tað 1-1, tá ið FC Suðuroy var á vitjan. FC Suðuroy er tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, og tað eru seks stig fram til B68, sum ikki heilt er leyst av møguleikanum at flyta niður.

 

EB/Streymur – TB 2-2 (0-1)

0-1: Samudeen Musah 2.

0-2: Mohamed Samba 52.

1-2: Meinhard Geyti 75.

2-2: Búi Egilsson 77.

Dómari: Dagfinn Forná

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Geyti, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Virgar Jónsson – Thomas Bjørn Miezen, Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen, Kristian Svabo Eliasen – Jógvan E. Ósá, Búi Egilsson

TB: Anders Tønnesen – Torkil Holm, Amidou Diop, Musah Armah, Tummas Pauli Christiansson – Mohamed Samba, Nikolei Johannesen, Joel Sundström, Eyðtór Eyðsteinsson Joensen – Mattias D. Djurhuus, Samudeen Musah

  

Víkingur – NSÍ 3-3 (1-0)

1-0: Jørgen Nielsen

1-1: Klæmint A. Olsen

1-2: Michal Przybylski

1-3: Klæmint A. Olsen

2-3: Ragnar Skála

3-3: Martin Klein Joensen

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Ingi Arngrímsson, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar, Árni Nóa Atlason – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson

NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Daniel Obbekjær, Fabian Ness – Lars Markmanrud, Brandur H. Olsen, Michal Przybylski – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Beinir Nolsøe

 

B68 – FC Suðuroy 1-1 (1-1)

0-1: Bjartmar Holm 22.

1-1: Sjálvmál 32.

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Jákup N. Vilhelmsen, Bárður Ó. Jensen  – Patrick Mensah, Hanus Højgaard, Sebastian Lau Nielsen – Leivur F. Guttesen, Emanuel Kulego, Djóni Samuelsen

FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Jimmy Abdul, Bjartmar Holm, Owusu Emmanuel Andorful – Pætur Augustinussen, Jákup Joensen, Salmundur Bech, Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike Leo – Fríði Holm 

HB – 07 Vestur 3-0 (0-0)

1-0: Jákup L. Thomsen

2-0: Emil G. Pedersen

3-0: Emil G. Pedersen

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Ási P. Dam, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Lassana Faye – Heini Sørensen, Noah Mnenéy, Sammy Skytte, Dan í Soylu  – Jákup L. Thomsen, Emil G. Pedersen

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Edvin Jakobsen, Nicolai Møller Dohn, Filip Drinic – Jón í Horni Nielsen, Casper G. Hansen, Rasmus Helgason, Jóannis á Steig – Mikkel Hyllegaard, Tobias Fabian Giusti, Lucas Gardar

 

B36 – KÍ 0-3 (0-1)

0-1: Hallur Hansson 17.

0-2: Páll A. Klettskarð

0-3: Àrni Frederiksberg

Dómari: Kári á Høvdanum

B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Bogi Reinert-Petersen, Børge Petersen, Mattias Weihe Joensen, Tobias Hansen – Djóni Sivertsen, Mattias Hellisdal, Jógvan Kárason Gullfoss –Hannes Agnarsson, Pætur J. Petersen,

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Telledhea, Daniel Johansen – Hallur Hansson, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Mads Bo Mikkelsen, Filip Brattbakk – Páll A. Klettskarð

18

17

1

0

62

8

52

HB

19

14

2

3

45

29

44

NSÍ

19

13

3

3

71

25

42

Víkingur

19

9

4

6

29

22

31

B36

19

7

4

8

29

33

25

EB/Streymur

18

6

5

7

20

31

23

B68

19

5

4

10

24

45

19

FC Suðuroy

19

4

1

14

17

47

13

TB

19

2

5

12

20

58

11

07 Vestur

19

2

1

16

21

40

7

18

17

1

0

62

8

52

HB

19

14

2

3

45

29

44

NSÍ

19

13

3

3

71

25

42

Víkingur

19

9

4

6

29

22

31

B36

19

7

4

8

29

33

25

EB/Streymur

18

6

5

7

20

31

23

B68

19

5

4

10

24

45

19

FC Suðuroy

19

4

1

14

17

47

13

TB

19

2

5

12

20

58

11

07 Vestur

19

2

1

16

21

40

7

Máltindurin

Klæmint A. Olsen NSÍ

21

Páll A. Klettskarð KÍ

15

Árni Frederiksberg KÍ

13

Brandur Hendriksson Olsen NSÍ

10

Patrik Johannesen KÍ

10

Petur Knudsen NSÍ

10

Emil G. Pedersen HB

10

Máltindurin

Klæmint A. Olsen NSÍ

21

Páll A. Klettskarð KÍ

15

Árni Frederiksberg KÍ

13

Brandur Hendriksson Olsen NSÍ

10

Patrik Johannesen KÍ

10

Petur Knudsen NSÍ

10

Emil G. Pedersen HB

10