Tað eru tvey ár síðani seinasta kiksið av hesum slagnum

Mest óvæntaða úrslitið í 24. umfari í bestu landskappingini var á Toftum, har heimaliðið beinanvegin var frammanfyri 2-0. Tað endaði 3-3, og hetta er fyrsta ferðin í ár, at KÍ ikki vinnur fulla úrtøku ímóti einum at teimum í niðaru hálvu.

3-3 ber við sær, at B68 nú er á sætta plássi. Tað eru tvey ár síðani, at KÍ er farið av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku ímóti einum av teimum fimm niðaru liðunum. Í 25. umfari í 2023 endaði tað 1-1, tá ið KÍ var á Argjum. Ta ferðina var tað Filip í Liða, sum beinanvegin eftir steðgin legði AB á odda, og tíggju minuttir seinni javnaði Hallur Hansson til 1-1. Hóast javnleikin ímóti KÍ, so flutti AB niður í 2023. Nú er tað mest sum greitt, at AB í 2026 aftur verður í bestu deildini.

At KÍ fór av Toftum og til hús við einum stigi ber við sær, at FM heitið er trý stig burtur. KÍ hevur møguleika at vinna tey trý stigini í Sørvági leygarkvøldið ella eftir landsliðssteðgin, tá ið TB í næstsíðsta umfari fer til Klaksvíkar.

Felags fyri NSÍ og HB er, at málmaskinan melur títt. Í síðsta umfari fær NSÍ vitjan av KÍ, og fyri KÍ eigur tað at hava avgerandi týdning, at FM heitið er vunnið undan 27. umfari. Sum gongdin hevur verið seinastu vikurnar hjá NSÍ og KÍ, so eiga klaksvíkingar neyvan at vera áhugaðir í at fara til Runavíkar at spæla finalu um FM heitið.

Klæmint A. Olsen skoraði tvey mál í 5-1 NSÍ sigrinum í Sørvági. Klæmint hevur nú rokkið 26 málum. So mong mál hevur hann skorað einaferð áður. Tað var í 2019. Nú er málið hjá metmanninum í NSÍ at taka málmetið frá Mikkel Dahl, sum í 2021 skoraði 27 mál, tá ið hann spældi við HB. Klæmint hevur tríggjar dystir at skora málini, sum skulu tit fyri at taka metið. Dystirnir eru ímóti B36 (h), HB (ú) og KÍ (h).

Í dag vann HB 4-0 í Hólmanum á Eiði. HJá HB og André Olsen gongur tað sum eftir ánni, og serliga væl upplagdur er álopsspælarin Emil G. Pedersen, sum í fyrra hálvleiki í dag skoraði reint hattrikk. Hann hevur nú skorað 17 mál, og síðani summarsteðgin hevur hann skorað í øllum dystunum uttan einum – í málleysa javnleikinum í Klaksvík.

Tað endaði 1-1 millum B36 og Víking, ið kappast um fjórða plássið, sum kann bera altjóða luttøku við sær. B36 misti Ragnar Samuelsen tíggju minuttir eftir steðgin, men hóast víkingarnir í meiri enn ein hálvan tíma vóru yvirmannaðir, so eydnaðist tað teimum ikki at skora sigursmálið.

Víkingur er tvey stig frammanfyri B36.

Í trimum teimum síðstu umførunum er mótstøðan hjá Víkingi TB (h), FC Suðuroy (ú) og HB (h).

Í trimum teimum síðstu umførunum er mótstøðan hjá B36 NSÍ (ú), EB/Streymur (ú) og FC Suðuroy (h).

Í botnstríðnum endaði tað javnt millum TB og FC Suðuroy í Trongisvági. TB var frammanfyri tvær ferðir, men FC Suðuroy svaraði báðu ferðirnar aftur, og so varð úrslitið 2-2.

Nú er FC Suðuroy á áttanda plássinum, sum skal til fyri at sleppa undan at flyta niður.

07 Vestur og TB eru undir niðurflytingarstrikuni. Í trimum teimum síðstu umførunum er skráin hjá teimum, sum kappast um at sleppa undan at flyta niðr, henda:

FC Suðuroy: EB/Streymur (h), Víkingur (h) og B36 (ú).

07 Vestur: KÍ (h), B68 (ú) og EB/Streymur (h).

TB: Víkingur (ú), KÍ (ú) og B68 (h).

 

EB/Streymur – HB 0-4 (0-3)

0-1: Emil G. Pedersen 26.

0-2: Emil G. Pedersen 43.

0-3: Emil G. Pedersen 45.

0-4: Ási P. Dam 57.

Dómari: Rúni Gaardbo

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Geyti, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Símun Kalsø  – Mórits Heini Mortensen, Óli J. Poulsen – Thomas Bjørn Mizean, Búi Egilsson, Virgar Jónsson – Gutti Dahl-Olsen

HB: Bjarti Vitals Mørk – Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Lassana Faye – Ási P. Dam, Noah Mnenéy, Heðin Hansen, Heini Sørensen – Emil G. Pedersen, Jákup L. Thomsen

 

B68 – KÍ 3-3 (2-0)

1-0: Jóhan Josephsen 3.

2-0: Marjus Nón 12.

2-1: Hallur Hansson 51.

2-2: Filip Brattbakk 56.

3-2: Jóhan Josephsen 70.

3-3: Daniel Johansen 86.

Dómari: Høgni Madsen

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksander Ó. Jensen, Patrick Mensah, Aron Reinert Hansen, Marius Nón – Emanuel Kulego, Sebastian Lau Nielsen, Hanus Højgaard, Djóni Samuelsen – Jóhan Josephsen

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákuo B. Andreasen, Filip Brattbakk – Patrik Johannesen, Mads Bo Mikkelsen

 

07 Vestur – NSÍ 1-5 (1-3)

0-1: Michal Przybylski 13.

0-2: Klæmint A. Olsen 23.

0-3: Daniel Obbekjær 25.

1-3: Mikkel Hyllegaard 42.

1-4: Michal Przybylski 46.

1-5: Klæmint A. Olsen 66.

Dómari: Leivur Zachariassen

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Dann Fróðason, Nicolai Møller Dohn, Filip Drinic, Jóannis á Steig – Casper Gedsted Hansen, Magnus Holm Jacobsen, Mikkel Hyllegaard, Edvin Jakobsen, Silas Gaard – Lukas G. Giessing 

NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Daniel Obbekjær, Fabian Ness – Beinir Nolsøe, Brandur Hendriksson Olsen, Michal Przybylski – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

 

B36 – Víkingur 1-1 (1-0)

1-0: Símun Sólheim 25.

1-1: Jákup Johansen 53.

Dómari: Eiler Rasmussen

B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Heini Vatnsdal, Børge Petersen, Símun Sólheim – Hannes Agnarsson, Jógvan Kárason Gullfoss, Bogi Reinert-Petersen, Ragnar Samuelsen, Pætur J. Petersen – Tobias Hansen

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ingi Arngrímsson, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson – Ari Olsen, Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Arnór Brandsson, Olaf Bárðarson, Ingi Jonhardsson – Jørgen Nielsen

 

TB – FC Suðuroy 2-2 (1-1)

1-0: Nikolei Johannesen 36.

1-1: Pætur Augustinussen 44.

2-1: Musah Armah 58.

2-2: Olivur Renéson Thomsen 81.

Dómari: Alex Troleis

TB: Olivur Øster – Torkil Holm, Musah Armah, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mohamed Samba, Nikolei Johannesen, Amidou Diop, Joel Sundström, Eyðtór Joensen –Samudeen Musah

FC Suðuroy: Tróndur Sjúrðarson – Jimmy Abdul, Bjartmar Holm, Dánjal Godtfred, Hunter Bell – Pætur Augustinussen, Olaf Godtfred, John Villi Wøldike Leo, Salmundur Bech, Alexander Holm Kilgour – Fríði Holm

 

Støðan

24

20

4

0

80

15

64

NSÍ

24

18

3

3

88

29

57

HB

24

17

4

3

60

34

55

Víkingur

24

10

8

6

35

27

38

B36

24

10

6

8

39

36

36

B68

24

6

6

12

32

54

24

EB/Streymur

24

6

6

12

24

50

24

FC Suðuroy

24

4

2

18

23

63

14

07 Vestur

24

4

1

19

29

48

13

TB

24

2

6

16

24

78

12

24

20

4

0

80

15

64

NSÍ

24

18

3

3

88

29

57

HB

24

17

4

3

60

34

55

Víkingur

24

10

8

6

35

27

38

B36

24

10

6

8

39

36

36

B68

24

6

6

12

32

54

24

EB/Streymur

24

6

6

12

24

50

24

FC Suðuroy

24

4

2

18

23

63

14

07 Vestur

24

4

1

19

29

48

13

TB

24

2

6

16

24

78

12

Máltindurin

Klæmint A. Olsen NSÍ   26

Páll A. Klettskarð KÍ       20

Emil G. Pederseb HB     17

Árni Frederiksberg KÍ     16

 

25. umfar

Fríggjadagin 3. oktober

NSÍ – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30

Leygardagin 4. oktober

Víkingur – TB: kl. 17.15

07 Vestur – KÍ: kl. 17.15

HB – B68: kl. 18.30

FC Suðuroy – EB/Streymur: kl. 13.00