Tað regnar við heiðursmerkjum í fimleikinum

Tað hevur gingið ógvuliga væl í fimleikakappingunum í oyggjaleikunum í Orknoyggjunum.

Fyrr í dag vunnu menninir fimm gullkrónur og tvær silvurkrónur, og í kvøld hava kvinnurnar mest sum endurtikið fína føroyska avrikið.

Kvinnurnar vunnu gull í liðkappingini, og í einstaklingakappingini vann Mia Højgaard tvær gullkrónur og Marin Danielsen eina gullkrónu.

Yvirlitið yvir føroysku avrikini sæst í listanum niðanfyri.