Tað verður eitt sindur buldrasligt við vindi um vikuskiftið
Tað er ein trupul uppgáva at koma við álítandi veðurtíðindum furi Føroyar.
Tað sigur Hanus Kjølbro á Veðurstovuni, í eini fráboðan í dag.
Og tað er hendan seinasta vikan tað besta dømið um, tí veðurtíðindi hava verið rættiliga ymisk.
Men tað er semja um eitt, og tað er, at tað verður ruskveður um vikuskiftið.
– Forsagnirnar seinastu dagarnar hava ikki verið heilt samdar, hvussu viðurskiftini í lufthavinum skulu væntast at broytast. Ikki óvæntað er tað veðrið 3-5 dagar fram, har óvissan hevur verið størst, sigur Veðurstøðan.
Í veðursendingini í sjónvarpinum mánakvøldi varð boðað frá, at tað fór at vera stormur av landsynningi, 23 metrar um sekundið fríggjakvøldið.
Dagin eftir fór hann niður í sunnan, men sama vindferð, 23 metrar um sekundið, Tá varð eisini gjørt vart við, at tær ymsu forsagnirnar vóru ikki samdar og at veðrið kundi broytast allar møguligar vegir.
Bert eitt samdøgur seinni – tað var í veðursendingini týskvøldið – var sjón fyri søgn. Forsøgnin fyri vikuskiftið var broytt – og ikki bara eitt lítið sindur. Nú varð sagt frá hvøssum vindi av landsynningi fríggjadagin, 15 metrar um sekundið, og leygardagin upp ímóti skriði, 17 metrar um sekundið, av landnyrðingi.
Í veðursendingini í sjónvarpinum í kvøld eru aftur broytingar, tí nú verður sagt frá at fríggjakvøldið, fer vindurin at veksa av landnyrðingi, úr frískum loti upp í skrið – tað eru úr 10 metrum um sekundið upp í 20 metrar – og at allur leygardagurin fer við skriði ella vindi upp í storm norðan og av útnyrðingi, upp í 23 m/s onkra løtu.
Hví broytast forsagnirnar so nógv viðhvørt?
Tá ið lágtrýst ganga beint á okkum – ella næstan – er ikki lætt at gera forsagnir langt fram. Fer lágtrýstið eystureftir beint norðanfyri ella sunnanfyri – ella fer tað beint tvørtur um oyggjarnar, skal bert lítið broyting í gongdini til at broyta veðrið munandi í Føroyum. Ístaðin fyri norðan fáa vit sunnan, turt ístaðin fyri regn o.s.fr.
Fer lágtrýstið t.d. í landnyrðing vestan fyri Ísland – ella tað fer í landnyrðing tvørtur um Ísland – hevur tað ikki stóra broyting í veðrinum við sær her í Føroyum.
Vindurin kann vera eitt sindur meiri ella minni, og løtan tá ið brúgvalagið fer framvið, og hann fer at støkka vesturum, verður framskundað ella útsett.
Tað er ikki so ókent, at tað er soleiðis her hjá okkum.
Humberto kemur hendanvegin
Hanus Kjølbro sigur, at tað er leivdirnar av tropisku ódnini, Humberto, sum fer at órógva okkum vikuskiftið. Fótbóltsdystir eru fluttir bæði aftur og fram.
Tað tók seg upp næstsíðsta fríggjadag vestan fyri Afrika og fór eina beina leið vestureftir. meðan trýstið í miðjuni minkaði. Seks dagar seinni – tað var síðsta mikudag, 24. septembur – var vindferðin komin upp í storm, og hósdagin var ódn í ímillum 33 og 42 metrar um sekundið
Meðan Humberto nærkaðist eysturstrondini av USA, vaks vindurin heilt upp í 70 metrar um sekundið.
Tað tók ikki langa tíð, til vindurin minkaði, og fyrradagin var vindferðin komin niður í storm.
Tá var lágtrýstið komið norður ímóti 30 stigum norður, og køld luft úr Norðurkanada fór at blanda seg uppí.
Haðani hevur tað beina kós ímóti Føroyum, og vit fara at merkja tað seinnapartin fríggjadagin. Vindurin fer at veksa eystaneftir og fram ímóti kvøldið gongur hann upp í norðan, og so er ilsligt veður allan leygardagin.
Leygarkvøldið og sunnunáttina eru leivdirnar av Humberto farnar so mikið langt eystureftir, at veðrið í Føroyum fer at batna so við og við, sigur Veðurfrøðingurin.