Teenstreet 2025

Leiðin hjá einum stórum flokki av tannáringum, gongur til Offenburg í Suðurtýsklandi í kvøld.

Tað er ein býur við uml. 60.000 íbúgvum, og er tað har Teenstreet verður hildið í ár.

Tey ungu fóru á flog úr Vágum til Danmarkar seinnapartin, og bíða í skrivandi stund í Kastrup eftir 5 bussum, sum skal koyra tey restina av leiðuni. Tað verður ein túrur sum væntast at taka einar 20 tímar.

Fyrrapartin í morgin røkka bussarnir so á mál, fullir av spentum tannáringunum. Nøkur ferðast eisini sjálvi til Offenburg, onkur saman við foreldrum sínum.

-Í ár vera vit umleið 260 føroyskir tannáringar á leguni og umleið 130 føroysk hjálparfólk, knappar 300 føroyskar sálir tilsamans, skrivar TeenStreet Føroyar á Facebook.

Myndir eru læntar av Facebook-vanganum hjá TeenStreet Føroyar