Tjúkk-og endatarmskrabbi í Føroyum
Heilsustýrið hevur hagtøl fyri tjukk-og endatarmskrabba í Føroyum frá 2013 og til 2022. Vit hava umbiðið nýggjari tøl um tey finnast.
Í hesum tíðarskeiði vóru 197 menn og 165 kvinnur, diagnostiseraði við tjúkk- og endatarmskrabba í Føroyum.
Fyri tjúkktarmskrabba var aldursstandardiseraði títtleikin hjá monnumum 55,9 pr. 100.000 menn. Hetta er ein hækking uppá 43,7 % í mun til 2021,har talið var= 38,9 pr. 100.000 menn.
Hjá kvinnunum var aldursstandardiseraði títtleikin 35,4 pr. 100.000 kvinnur, sum er ein lækking í mun til 2021, har talið var= 39,2 pr. 100.000 kvinnur.
Tá hugt verður at endatarmskrabba sæst, at títtleikin fyri føroyskum kvinnum er fallin frá 26,2 pr. 100.000 kvinnur í 2021 til 18,7 í 2022.
Hjá føroysku monnunum er aldursstandardiseraði títtleikin hækkaður frá 19,7 pr. 100.000 menn í 2021 til 27,3 í 2022.
Hægsti títtleikin hjá kvinnum í hesum tíðarskeiðnum var í 2018 og var hann uppá 34,7 pr. 100.000 kvinnur.
Hjá monnunum var hægsti títtleikin í hesum tíðarskeiðnum 33,1 pr. 100.000 menn, og var hetta í 2019.
Mynd: Aldursstandardiseraður títtleiki* (pr. 100.000 persónar) fyri tjúkktarms- og endatarmskrabba deilt á kyn, 2013-2022. Kelda: Krabbameinsskráin 15. novembur 2024, Heilsustýrið.
Nota: *Títtleikin (incidensratan) er talið av nýggjum tilburðum pr. 100.000, aldursstandardiserað til føroysku búfjøldina í ár 2000.
Við at aldursstandardisera verður atlit tikið til aldursgongdina hjá føroysku búfjøldini, tá nýdiagnostiseraðir tilburðir verða sammettir yvir ár.
Sí eisini grein um eksplosivan vøkstur av tarmkrabba hjá fólki undir 50 her