Tøkni og nýhugsan í Føroyum
Hvussu kunnu føroyingar brúka nýggja tøkni til at menna hugskot og skapa nýggjar møguleikar? Tað verður eitt av evnunum á Vinnuforum 2025, har Tina Grønbeck, leiðari á FabLab Vágur, fer at greiða frá arbeiðinum og teimum møguleikum, sum liggja í einum føroyskum Fabrication Laboratory – stytt FabLab.
FabLab Vágur er eitt kreativt tøkniverkstað við 3D-prentara, laserskerara, CNC-fresara og fleiri amboðum, har einstaklingar, skúlar og fyritøkur kunnu royna hugskot, gera prototypur og seta nýggjar verkætlanir í gongd. Talan er um eitt verkstað fyri framtíðina – har bæði talgild og analog amboð eru tøk fyri øll, sum vilja eksperimentera og menna hugskot í praksis.
Tina Grønbeck fer at vísa, hvussu FabLab Vágur longu hevur verið karmur um fleiri spennandi verkætlanir, m.a. altjóða Nordic FabLab Bootcamp og lokalar verkætlanir, sum sameina skapandi hugsan og burðardygga framleiðslu.
Vinnuforum, sum verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 10. oktober kl. 13:00–15:30, samlar á hvørjum ári íverksetarar, vinnulívsfólk og myndugleikar til íblástur, orðaskifti og netverkan. Í ár verður serligurdentur lagdur á nýskapan, samstarv og kveikjandi søgur úr føroysku vinnuni.
Tiltakið er ókeypis, og tað eru Tórshavnar kommuna og Hugskotið, sum skipa fyri.