Tokvanlukka í Danmark
Í dag hendi ein tokvanlukka nærhendis Bjerndrup í Suðurjútlandi.
Ein persónur er deyður, og sambært upplýsingunum hjá TV 2, hava í minsta lagi 20 fólk fingið skaða.
Seint seinnapartin fríggjadagin fóru í minsta lagið tveir vognar á einum ferðafólkatokið hjá DSB av sporinum nærhendis Bjerndrup í Suðurjútlandi.
Tokið var á ferð úr Keypmannahavn til Sønderborg umvegis Fredericia .
Fleiri tyrlur og sjúkrabilar hava verið ella eru framvegis til staðar.
Hat vóru 95 fólk vóru umborð á tokinum og Í minsta lagið18 fólk fingu skaða.
Tokraksturin á leiðini er steðgaður restina av vikuskiftinum.