Tórshavnar Kamarkór er komið aftur úr Fraklandi

Tórshavnar Kamarkór hevur seinastu dagarnir verið í Fraklandi á einari kórfestival, har tey eisini luttóku í kappingum.

Tað gekk øgiliga væl og komu tey tí heimaftur í kvøld við flottum úrslitum, nevniliga bæði við einum 2. plaśsi og einum 3. plássi!

2. plássið fingu tey í kappingini “Mixed choir” (blandað kór) har tey vóru eitt av í alt øðrum altjóða kórum.

“Sacred music” (kirkjutónleikur) var heitið á aðrari kapping, har tey vóru sjey kór og sungu í einum vøkrum katólskum katedrali í býnum.

Har kláraðu tey at fáa 3. plássið.

Kappingin hevði átta kategoriur, og í alt vóru umleið 20 kór við úr øllum heiminum.

Fleiri av hesum kórunum eru sera sterk, og má tað sigast at vera eitt sera flott avrik av Tórshavnar Kamarkóri.

Eitt av hesum sterku kórunum er ‘Belle Canto’ eitt Kanadisk kvinnukór.

-‘Belle Canto’ var rættuliga suverænt í øllum sínum kappingum, sigur Lovisa Petersen í telefonini úr Fraklandi.

Lovisa fortelur eisini at har hevur verið øgiliga heitt, nú hitabylgja er í suðurevropa.

Serliga heitt var hjá teimum sum upptraðkaðu á einum uttandura stórum palli, tað hjálpir at tær konsertirnar byrjaðu klokkan 21.00 um kvøldið.

Tað fór at regna og nógvur vindur kom tá Tórshavnar Kamarkór skuldi á hendan stóra pallin, og bleiv tann konsertin flutt innandura.

Men sjálvar kappingarnar vóru tíbetur innandura í einari stevnumiðstøð, har hitastiguni vóru meira til at halda út.

Festivalurin, sum er í ein heilan mánað hvørt ár, er har suðuri í landinum, í Saint Raphael og fleiri øðrum býum í Provence.

Kappingarnar eru ikki allan mánaðin, men ganga fyri seg 5.- 8. Juli.

-Tað er bæði mennandi og spennandi hjá okkum at luttaka í einum sovorðnum festivali, tí tað gevur okkum nakað at stremba eftir – og venja miðvíst, tí vit vilja gjarna vísa hvat vit kunnu.

Og so er eisini inspirerandi at hoyra og síggja onnur góð kór, tí vit heilt sikkurt hoyra og síggja okkurt, sum er fremmant og ókent, men eisini okkurt sum vit vilja taka við okkum og brúka framyvur.

Tað er heilt sikkurt ikki síðstu ferð at vit luttaka í tílíkari festivali/kapping.

Eisini er tað gott fyri kórið, tann sosiala felagsskapin og samanhaldið at vit uppliva hetta saman, sigur Lovisa at enda.

Facebook