Tríggir vágbingar heiðraðir fyri trúgva – og drúgva – tænastu
Hetta vikuskiftið er árliga ljósfestin í Vági og aftur hesa ferð brúktu tey høvi til at heiðra nøkrum vágbingum, sum hava skarað fram úr.
Hesa ferð vóru tað hjúnini, Eyðbritt Krosslá og Bogi Mortensen, sum vórðu heiðrað fyri teirra lívslanga arbeiði í Vágs Bóltfelag, og somuleiðis varð Páll Leo heiðraður fyri trúgva tænastu í Vágs kirkju.
Í grundgevingunum sigur dómsnevndin at Eyðbritt Krosslá og Bogi Mortensen hava verið leikarar, venjarar, nevndarlimir – og altíð klár, tá ið nakað er at gera í VB – tað verið seg at samla pengar til ítróttarvirksemið ella at standa í sølubásum. Tey hava verið við á uttanlandsferðum, og tey hava verið við til at menna ungar leikarar.
Tey eru við har tað hendir, um tað er VB hondbólt Cup, Ítróttaháskúli ella at skipa fyri Dansibandfestivali, fyri bara at nevna nakað úr rúgvuni.
Tey eru tvær eldsálir, sum hóast tey eru komin nakað til árs, framvegis eru virkin. og tey eru tvær eldsálir, sum hava uppiborið rós og heiður, sigur dómsnevndin.
Páll Leo er ikki ein maður, sum ger nakran háva burtur úr og hann er eitt dømi um, at væl hilnast hóast einki hóvasták verður gjørt burturúr.
At eigur dygdirnar at fríðka um og tað ger hann, uttan at tey flestu hugsa stórvegis um hetta.
Hyggur ein at økinum kring kirkjuna, sæst beinanvegin, at her er væl røkt. Gras og trø standa oftast nýsligin, ella klipt, og væl er ruddað.
Og trongdi til eitt pensils-strok onkrastaðni, er tað heldur ongin trupulleiki, eins og hann eisini lættliga tekur eina hond í, bæði innan og uttan í hesum stásiliga bygningi miðskeiðis í bygdini.
Dómsnevndin sigur, at tað kemur ikki av sær sjálvum at kirkjan, og garðurin rundanum, standa so prýðilig.
Vágs kirkja, og økið kring hana, er eitt prýði fyri bygdina, tí væl er farið um, og tí varð Páll Leo heiðraður fyri hansara arbeiði fyri kirkjuna.