Trølla Pætur og Omman undirhalda í Silvalandi

Lívligi Trølla Pætur og garvilla Trølla Omman fara at undirhalda í Silvalandi á Summar Festivalinum komandi vikuskiftið.

Trøllini hava í meira enn fjórðingsøld undirhildið smáum og stórum, og tey kunnu framvegis fanga áhoyrarfjøldirnar við góðum sangum og skemti.

Fyrsti sangurin hjá Trølla Pæturi kom út í 1993, og fyrsti filmurin varð framleiddur í 1999. Síðani hava Trølla Pætur, hini trøllini og aðrir hjápersónar mest sum verið húsfólk hjá føroyingum. Børn nú á døgum hyggja framvegis eftir gomlu filmunum, og tey lurta eftir sangunum.

Trølla Pætur og Omman vóru við á fyrsta Summar Festivalinum í 2004, og í ár framføra tey í Silvalandi fríggjadagin klokkan 17.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.