Trump ávarar Russland
Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at senda kjarnorkukavbátar út á viðkomandi øki, eftir útsagnir frá fyrrverandi russiska forsetanum, Dmitrij Medvedev.
Hetta skrivar hann á sosiala miðlanum ‘Truth Social.’
– Orð hava stóran týdning og kunnu ofta elva til ótilætlaðar avleiðingar, og eg vóni, at hetta ikki er eitt av teimum málunum, skrivar Trump.
Trump vísti ikki til eina ávísa útsøgn hjá Dmitrij Medvedev, men Medvedev hevur framt fleiri hóttanir undir krígnum í Ukraina.
Eitt nú hevur hann hótt við triðja heimsbardaga og russiskum kjarnorkuvápnum.
Dmitrij Medvedev bað hósdagin Donald Trump minnast til, at Moskva hevur kjarnorkuálopsførleika sum síðsta útveg.
Sambært Peter Viggo Jakobsen, lektara á danska verjuháskúlanum, er einki nýtt í fráboðanini hjá Trump fríggjakvøldið.
Hann heldur at eingin orsøk er at stúra fyri fráboðanini hjá Trump
-Eg dugi væl at síggja, at tað eru tveir menn, sum hava fingið ilt í hvønn annan, og nú standa teir í skúlagarðinum og rópa “mín er størri enn tín”, sigur hann við TV2.
Eisini heldir hann at plaseringin hjá Trump av kavbátunum, er ein máti hjá USA at vísa, at landið hevur kjarnorkukavbátar.
Men sannlíkindi eru ikki fyri, at nakað av londunum fer at brúka teir.
– Vit lyfta ikki longur eygnabrýr tá Putin nevnir kjarnorkuvápn. Neyðugt er við meira.
Tað skal knýtast at einum ítøkiligum kravi, áðrenn vit byrja at taka tað í álvara, endar hann.