Trump: Eg vóni hann fær deyðarevsing
Seinastu tveir dagarnar hevur verið leita eftir manninum sum skeyt Charlie Kirk. Seinnapartin à dag, avdúkaði amerikanski forsetin, Donald Trump à sjónvarpssendingini Fox & Friends, at ein sum var undir illgruna, nú er handtikin fyri morðið á konservativa aktivistinum Charlie Kirk.
Og um tað er upp til Donald Trump, so skal tann, sum er undir illgruna fyri, fáa harðastu revsing av teimum øllum.
-Charlie Kirk var tann besti persónurin. So eg vóni, at hann fær deyðarevsing, var útsøgnin hjá forsetanum à sendingini hjá Fox News.
Sambært Donald Trump var tað ein avvarðandi, sum eyðmerkti og meldaði tann sum var undir illgruna, til løgregluna.