Trump er klárur til fleiri revsitiltøk ímóti Russlandi
Amerikanski forsetin, Donald Trump, er til reiðar at fara víðari til annað byggistig av revsitiltøkum móti Russlandi, segði hann sambært Reuters, við tíðindafólk í Hvítu Húsunum í dag.
Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum av, at Russland í gjárkvøldið leyp á Ukraina við størsta álopinum í krígnum higartil.
Sí her https://dimma.fo/grein/storsta-alopid
Amerikanski forsetin hevur fleiri ferðir hótt við “álvarsligum avleiðingum”, sum hann tekur til. Harumframt hóttir hann eisini við eyka revsitiltøkum, um Vladimir Putin ikki kemur til samráðingarborðið.
Enn hevur hann tó ikki framt tey.
Trump kom við boðunum beint áðrenn hann fór til finaluna í tennikappingini U.S. Open.
Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent, segði eisini sunnudagin, at fleiri búskaparligt trýst frá USA og Evropa kann fáa russiska forsetan at byrja friðarsamráðingar við Ukraina.
– Um USA og ES kunnu seta fleiri revsitiltøk í verk, og seta sekundæran toll á lond sum keypa russiska olju, so verður russiski búskapurin í fullkomnum falli, og tað fer at fáa Putin forseta til samráðingarborðið. Hettar segði Bessent í blaðsendingini ‘Meet the Press’ hjá NBC.