Út av lagið vánaligt

Komin heim uttanlanda frá fyri kortum og beint umborð á Smyril fyri at sleppa heim – Smyril siglir kl 13:00 og vóru okur á Farstøðini kl 12:30!

Hevði ikki bílagt á netinum – prísur fyri at sleppa heim einvegis fyri meg og konuna 218,-kr og enntá uttan bil.

Var bílagt áðrenn, kostaði tað 100 kr. Hetta er talgild gíslatøka av okkum sum búgva í Suðuroynni og kann slett IKKI GÓÐTAKAST – hví er hendan skipanin góð? Hví var tann fyrra ikki góð nokk ? Og blivu okur sum búgva í Suðuroy spurd eftir?

TVS tú skal brúka ágóðan á talgildu skipanini ella verður tú straffaður hóast man býr í Suðuroynni! HVÍ SKULU OKUR GÓÐTAKA HETTA TALGILDA TYRANNI?? Hví ikki geva okkum fastbúgvandi eitt bústaðarkort og fastan prís??

Vanvirðislig og mannminkandi atburður av SSL og yvirfyri okkum sum búgva í Suðuroy.

Smyril er okkara asfalt til restina av landinum og økir hesin atburður ikki um trivnaðin hjá okkum sum enn búgva her!!

ÚT AV LAGIÐ VÁNALIGT OG SERA ÓFØROYSKT!