Veðrið komandi dagarnar
Forsøgn galdandi til mikumorgunin
Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum mjørki og driv. Tá líður á seinnapartin gongur hann niður í sunnan og veskur vindin upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið í støðum. Í nátt lítið lot sunnan og av landsynningi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 14 stig.
Mikudagin
Lítið lot sunnan og av landsynningi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið og um náttina lítið lot av ymsum ættum, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 14 stig.
Hósdagin
Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Um kvøldið veksur hann vindin upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 10 til 15 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og ælaveður. Seinnapartin gongur hann niður í sunnan og veksur vindin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Um kvøldið frískt lot til frískan vind 8 til 13 m/s, ádrigið og sum frá líður regn. Um náttina slítur í, og vindurin minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 10 til 15 stig.
Leygardagin
Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yirhøvur turt. Um kvøldið veksandi upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, meðan hann gongur niður í sunnan og um náttina eysturum til landsynning, skýggjað og ælaveður. Hitin 11 til 16 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið og um náttina frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 11 til 16 stig.