Veðrið teir næstu dagarnar
Forsøgn galdandi til sunnumorgunin
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið seinnapartin, men í kvøld samdrigið og samregn. Í nátt støkkur ættin upp í vestan og vindurin minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og tað slítur í. Hitin 10 til 15 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og sirm ella okkurt ælið í støðum. Um náttina dregur á luftina. Hitin 10 til 15 stig.
Mánadagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn. Um náttina slítur í. Hitin 9 til 12 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind um vestan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 9 til 13 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind vestan og av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Um náttina fer ættin yvir í landsynning. Hitin 9 til 14 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi og sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað ella skiftandi skýloft og stundum regn ella ælaveður. Hitin 10 til 14 stig.