Veðurforsøgnin fimm dagar fram
Forsøgn galdandi til hósmorgunin
Frískt lot upp í strúk av útsynningi, 7 til 12 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Í kvøld minkar vindurin niður í lot til frískt lot millum útsynning og sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Seint í nátt veksur vindurin upp í frískan vind ella strúkur í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin 10 til 15 stig.
Hósdagin
Um morgunin ella fyrrapartin støkkur ættin vesturum yvir í útsynning og vindurin minkar niður í frískt lot upp í strúk, 7 til 12 m/s. Seinnapartin veksur hann vindin upp í frískan vind ella hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, um kvøldið og um náttina av útsynningi. Skýggjað ella skiftandi skýloft við regni og ælaveðri. Hitin 9 til 13 stig.
Fríggjadagin
Frískt lot upp í strúk av útsynningi, 7 til 12 m/s. Um kvøldið og náttina, í norðara parti av landinum, lítið lot upp í frískan vind sunnan, hækkandi upp í vestan, minni enn 10 m/s; í sunnara parti av landinum, frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, hækkandi upp í vestan, 10 til 15 m/s. Samdrigið við regni og ælaveðri. Hitin 9 til 13 stig.
Leygardagin
Frískt lot til frískan vind um vestan, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Sum frá líður minkar hann vindin niður í lot til frískt lot um vestan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og fyri tað mesta turt. Hitin 9 til 13 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, lækkandi niður í sunnan, skiftandi skýloft og okkurt einstakt ælið. Út á kvøldið dregur á luftina og sum frá líður fer at regna. Sum líður út á náttina støkkur ættin upp aftur í vestan og tað slítur í. Hitin 9 til 13 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Sum líður út á dagin lækkar ættin niður í sunnan og um náttina væntast regn. Hitin 10 til 14 stig.