Viktor Orban noktar
Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, kritiserar sínar starvsfelagar eftir evropeiskan toppfund í Keypmannahavn hósdagin.
– Hini eru sannførd um, at tey hava rætt. Tey hava eina krígsætlan, sum snýr seg um, hvussu teir skulu vinna á Russlandi, segði Orbán sambært tíðindastovuni Ritzau.
Hann legði afturat, at nógv av umrøddu londunum vita ikki, hvat tað merkir at vera í kríggi við Russland. Tað ger Ungarn harafturímóti.
– Vit hava eina friðarætlan. Men hini hava eina stríðsætlan, segði hann.
Týski Kanslarin, Friedrich Merz segði, at hann hevði eina kenslu av breiðari semju millum evropeiskar leiðarar, viðvíkjandi at brúka russiskar frystar pengar í Ukraina.
Hann sipaði tá til pengarnir sum vóru tiknir frá russum um allan heimin, tá kríggið ímillum russar og ukrainar byrjaði.
Fleiri lond eru einig um at lata hesar pengar til Ukraina sum eitt “enduruppbyggingar-lán”
Hetta fevnir tó ikki um Ungarn, legði Viktor Orbán dent á sambært Ritzau.
– Ungarn verður ongantíð partur av eini ætlan, har tú tekur pengar hjá einum øðrum landi, sigur hann.
Belgia, har innifrysti peningurin er goymdur, hevur eisini víst stúran um hesa loysnina.
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, heldur hinvegin, at tað ber til at finna eina loysn á stúranum hjá Belgia.
– Eg veit, at belgiska stjórnin hevur tað øgiliga torført. Men eg trúgvi, at vit kunnu finna eina loysn, sum fer at fáa undirtøku frá øllum limalondunum, segði Mette Frederiksen