Vindurin og regnið gera mun

Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, verður mangan sagt.

Í dag er hettar so í øllum førum eisini galdandi, hóast vit i Føroyum eru troytt av regn og vindi, so hjálpur tað aðrastaðni.

Tí hyggur man inn á heimasíðuna hjá SEV, so sæst at talið fyri framleiðslu av oljuorku bert ljoðar uppá 16,2% um alt landið.

Regnið og vindurin standa fyri størsta partinum av framleiðsluni í løtuni:

53,1% verður framleitt av vatnorku og 28,9% av vindorku.

Í Suðuroy er søgan tó ein onnur, har verður í skrivandi løtu framleitt 0% av vatnorku og 81,8% av oljuorku.

Sí https://www.sev.fo/