Nú ætlar hann sær aftur á Løgting – í koyristóli

Nú er eitt ár síðani, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður fyri Sambandsflokkin, fór í farloyvi úr politikki, av heilsuávum.

Hann hevur fingið eina sjúku, sum rakar nervalagið og hjá honum hevur tað ført til, at hann er endaður í koyristóli.

Men nú ætlar Kaj Leo Holm Johannesen sær aftur á ting – í koyristóli.

Hann sigur, at hesum hevur hann boðað frá og nú eru tey í ferð við at rigga røðarapallin í Løgtinginum til, soleiðis at eisini fólk í koyristól kunnu røkja sítt starv í Løgtingingum og kunnu halda røðu.

Væntandi verður tað arbeiðið liðugt í septembur ella oktobur, og tá fær okkara høga ting eisini ein tinglim í koyristóli.

– Tað hevði verið fantastiskt at fingið eitt ár afturat í Løgtinginum, áðrenn løgtingsval verður aftur, í seinasta lagi í desembur næsta ár, sigur hann.

Hóast hann er løgtingsmaður, verður tað ikki á hesi ólavsøkuni, at hann verður við í ólavsøkuskrúðgonguni.

– Sum støðan er nú, verður tað ov strævið fyri meg, sigur hann.

Har er ein brøtt brekka tey skulu eftir av Mylnugøtu og niðan á Bryggjubakka – og Havnar kirkja er heldur ikki serliga atkomulig hjá fólki við rørslutarni, so tað verður av ongum fyri hansara viðkomandi.