Harðskapsmál í Nólsoy

Í gjárakvøldið mátti løgreglan fara út á Nólsoynna við Rescue LÍV.

Har var boðað frá einum harðskapsmáli.

Ein maður sum ikki er búsitandi í Nólsoy, var komin út á oynna, og ávirkaður uppsøkti hann eitt fólk á einum bústaði. 

Fleiri fólk hoyrdu rokið og komu til húsini fyri at hjálpa. Tað endaði við at tvey fólk afturat blivu álopin.

Tá løgreglan kom á staðið var maðurin sissaður nakað aftur, og bleiv hann tikin við til Havnar á støðina.

Har var hann enn í morgun, segði vakthavandi. Vit fara at avhoyra hann, tá hann er komin meira fyri seg.

Maðurin er nú skuldsettur fyri harðskapi ímóti trimum fólkum, og skulu tey trý koma á støðina at avhoyrast, eftir at tey eru kannaði á sjúkrahúsinum.