Hulk Hogan er deyður
Glímingarlegendan Hulk Hogan er farin, 71 ára gamal, hevur WWE staðfest.
– WWE (World Wrestling Entertainment) eru hørm um at frætta at Hulk Hogan, sum er á Hall of fame er farin frá okkum, skriva tey á sosialu miðlunum.
Ein av mest viðurkendu glímarunum, Hulk Hogan hjálpti WWE at fáa alheims viðurkenning í 1980-árunum. WWE sendir samkenslu til familjuna, vinir og fjepparar hjá Hogan.
Í Clearwater í Florida svaraðu myndugleikarnir hósmorgunin, einari uppringing um hjartasteðg.
Hogan varð lýstur deyður á Morton Plant Hospital, sigur løgreglan í eini fráboðan á Facebook.
Hogan, hvørs veruliga navn er Terry Bollea, vann seks WWE-meistaraheiti gjøgnum eina strálandi yrkisleið, sum eitt av teimum mest viðurkendu andlitunum í hesum serstaka ítróttinum.
Hann var innlimaður í WWE-Hall of Fame av Sylvester Stallone í 2005.
Hulk Hogan, æt Terry Bollea í veruleikanum, og byrjaði hann sum glímari í 1977.
Áðrenn hann fór at glíma, var Hulk Hogan basstónleikari.
-Eg plagdi at vera session tónleikari áðrenn eg var glímari. Eg spældi bassguitar.
Eg og Lars Ulrich (Metallica) vóru góðir vinir, og hann spurdi meg um eg vildi spæla bass við Metallica fyrstu dagarnar. Men tað gekk ikki, segði Hogan einaferð.
Sí eldri upptøku Hulk Hogan