Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetrið flagga við ælabogalitunum

Í dag verður ælabogaflaggið vundið á stong fyri at hátíðarhalda fjølbroytni og rættinum at vera tú, skrivar Norðurlandahúsið millum annað á teirra Facebook-vanga í dag.

Eisini Fróðskaparsetrið flaggar við ælabogalitum í dag.

Faroe Pride byrjar í dag kl. 16.00. Upphiting byrjar kl. 15.00 við Tórsvøll, har ókeypis andlitsmáling og fløgg verða at fáa.

Havnar Hornorkestur fer at spæla og eisini ber til at taka selfies á nýggja ælabogavegnum.

Skráin er at síggja her