Veðrið á ólavsøku
Forsøgn galdandi til mánamorgunin
Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Seint í kvøld gongur hann upp í vestan og í nátt kemur hann høgt, samdrigið og bert okkurt ælið norðanfyri.
Fyrrapartin í morgin lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið vestanfyri. Hitin 14 til 19 stig.
Mánadagin – ólavsøkuaftan
Lítið lot norðan og av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft okkurt ælið í støðum. Um kvøldið og náttin melur hann av ymsum ættum, enn skiftandi skýloft men yvirhøvur turt. Hitin 8 til 15 stig.
Týsdagin – ólavsøkudag
Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, í støðum mjørki.
Út á seinnapartin gongur hann niður í sunnan, og um náttina vesturum til útsynning. Møguliga mjørki og okkurt ælið. Hitin 10 til 14 stig.
Mikudagin
Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, samdrigið og bert okkurt ælið í støðum. Hitin 10 til 14 stig.
Hósdagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Seinnapartin og frameftir norðan, skýggjað ella hálvskýggjað og ælaveður – serliga norðanfyri. Hitin 9 til 13 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot norðan og av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið, mest norðanfyri. Hitin 9 til 13 m/s.