Tjaldbygd er mitt á festivaløkinum

Fólk í túsundatali koma til Klaksvíkar á Summar Festivalinum, og fólk gista á øllum hugsandi støðum – hjá familju og kenningum, á gistingarhúsi, í íbúðum, campingvognum, bátum og tjøldum.

Tjaldbygdin á Summar Festivalinum liggur mitt á festivaløkinum – á Akursmørk miðskeiðis millum teir tríggjar pallarnar.

Har eru øki avsett til bæði familjur og ungdóm, og haðani er lætt og ómakaleyst at njóta festivalin.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.