Løgmálaráðið fer at útflýggja nýggj Epstein-skjøl
Amerikanska løgmálaráðið hevur nú samtykt, at geva kongressini skjøl frá kanningini av kynsbrotsmanninum Jeffrey Epstein.
Tað sigur James Comer, formaður í eftirlitsnevndini í tjóðartinginum, við The Washington Post.
Hetta fer at kveikja eld aftur í málið, sum fleiri ferðir hevur fingið Donald Trump, forseta, undir trýst.
Útflýggjingin byrjar fríggjadagin, og kemur eftir at eftirlitsnevndin stevndi amerikansku stjórnini, fyrr í hesum mánaðinum.
Tað er ikki greitt, hvørji skjøl og hvussu nógv talan er um.