Atli vil einki siga
Tá ið Víkingur mánakvøldið hevði vitjan av grannunum í NSÍ, var Atli Gregersen millum áskoðararnar. Sambært FaroeSoccer hevur hann spælt 471 landskappingardystir í Víkingi og GÍ, har hann fyrstu ferð var á besta liðnum í 2004.
-Eg veit satt at siga ikki, hví Atli ikki var við í kvøld, segði veteranurin Sølvi Vatnhamar í samrøðu við FM1 útvarpið eftir dystarlok, meðan hann og liðfelagarnir ikki vóru nøgdir við úrslitið, sum var 3-3. Tað vóru teir ikki, tí NSÍ í 90 minuttir – íroknað tað sum dómarin legði aftrat – var undirmannað. Í 71. minutti økti Klæmint A. Olsen um NSÍ leiðsluna til 3-1, men so svaraði Víkingur aftur og í 88. minutti javnaði Martin Klein Joensen til 3-3.
Sølvi Vatnhamar helt fram:
-Um tað er tí, at hann er hjálparvenjari á landsliðnum, at Atli ikki spælir, so er tað púra meiningsleyst. Hann hevur verið oddamaður her hjá okkum í nógv ár, og eg dugi ikki at síggja, hví hann ikki skal halda fram at vera tað í hvussu so er restina av hesum árinum. Atli er 43 ára gamal, so tað sigur seg sjálvt, at hann fer ikki at spæla nógv ár aftrat. Eg veit ikki, hvat avtalan um hjálparvenjarastarvið á landsliðnum millum Atla og FSF sigur, tá ið tað ræður um hjá honum at spæla, men tað er meiningsleyst, um hann ikki sleppur at spæla. Hann hevur verið hjálparvenjari hjá Eyðuni Klakstein síðani síðsta heyst, og tað hevur gingið fínt, og eg havi einki hoyrt um, at tað hevur ávirkað leiklutin á liðnum hjá okkum, segði Sølvi Vatnhamar.
Tað ljóðaði, tá ið avtalan millum Atla og FSF varð almenn, at hann fór at gevast at spæla við Víkingi, tá ið leikluturin hjá Víkingi í Europa í summar var liðugur, og ein onnur útgáva segði, at hann fór at gevast í august. Hóskvøldið var leikluturin hjá Víkingi í Europa av á hesum sinni, og tað eru tvey umfør eftir í landskappingini í august.
Tá ið vit spyrja Atla Gregersen, um hann hevur spælt fyri síðstu ferð í landskappingini á besta liðnum hjá Víkingi, so hevur hann onga viðmerking. Tað plagar ikki at vera honum fyri. Atli hevur altíð verið klárur og dugað væl at svara, tá ið pressan hevur heitt á hann at viðmerkja.
Sum vit skilja tað, so var Atli Gregersen eitt sindur viðtikin eftir dystir í Belfast síðsta hóskvøld. Nú er hann klárur at spæla aftur. Uttan at vit hava fingið tað vátta, so syngur onkur fuglur um, at tað er samband millum Atla, FSF og Víking, sum hevur stóran áhuga í, at veteranurin heldur fram at spæla. Hjá Víkingi stendur fjórða plássið og Europa atgongumerki upp á spæl og finalan í kappingini um løgmanssteypið ímóti KÍ, sum verður fríggjadagin 31. Oktober, tá ið síðsti fótbóltsdysturin í heimligu kappingini verður.