Tilsamans 13 bogaskjúttar hava teknað seg til FM uttandura, sum verður à Hoydølum à morgin
Tað verður kapping um heiðursmerkini à øllum bogaflokkunum uttan berboga, har bert ein skjútti hevur teknað seg, tá FM à uttandura bogaskjóting verður á fløtuni à Hoydølum à morgin.
13 bogaskjúttar hava teknað seg: Ein kvinna við berboga, tvær kvinnur og tveir menn við recurveboga, tveir kvinnuligir compoundskjúttar og seks compoundmenn.
Kappingin byrjar klokkan 10 við trimum upphitingarumførum. Sjálv kappingin verður skipað sum 720-umfar, har tað verða skotnir tvær ferðir 36 pÃlar.
Kappast verður à recurve, compound og berboga (barebow), frástøðan er 70 metur hjá recurve-skjúttunum og 50 metur hjá compound- og berbogaskjúttunum.