Fimm journalistar millum tey fyribils 20 deyðu

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ger viðmerkingar til álopið fyrr í dag á sjúkrahúsinum Nasser í Gaza.

– Eg eri ikki glaður fyri tað. Eg vil ikki síggja tað. Samstundis mugu vit gera enda á hesi… marruni, segði amerikanski forsetin við pressuna í Hvítu Húsunum, sambært Reuters.

Fimm journalistar eru, millum tey 20 deyðu í álopinum.

Benjamin Netanyahu hevur alment staðið fram og biði um fyrigeving.

Ísrael “harmast djúpt um syrgiligu vanlukkuna, sum hendi á Nasser sjúkrahúsinum í Gaza,” sigur Ísrael.

Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í eini fráboðan á X.

– Ísrael virðismetir arbeiðið hjá journalistum, læknum og øllum sivilum, stendur í uppslagnum.

Í innlegginum, sum tv2 boðar frá, stendur eisini, at myndugleikarnir fara at gera eina “gjølla kanning.”

– Okkara stríð er ímóti Hamas-yvirgangsmonnum. Okkara mál er at vinna á Hamas og fáa okkara gíslar heim, heldur hann fram.