Matmarknaður á Mentanardøgunum í Fuglafirði leygardagin
Leygardagin 6. september frá klokkan 11.00 til 14.00 verður árligi matmarknaðurin á Mentanardøgunum í Fuglafirði aftur á skránni. Síðan fyrstu ferð í 2016 hevur marknaðurin verið sera væl vitjaður, og áhugin veksur ár fyri ár – bæði millum føroyingar og ferðafólk.
Endamálið við matmarknaðinum er at varpa ljós á føroyskar matvørur og geva bæði stórum og smáum framleiðarum høvi at vísa sítt tilfeingi fram. Á matmarknaðinum verður møguleiki at fáa smakkiroyndir, tosa við framleiðarar og keypa alskyns føroyskar vørur.
Til tey sum ætla at bjóða smakkiroyndir og selja, so verður skipað fyri básum til allar luttakarar, har teir kunnu bjóða brellbitar og greiða frá sínum vørum. Lagt verður upp til, at fólkini aftanfyri framleiðsluna sjálvi standa á odda fyri upplivingini.
Um ivamál eru, kann man seta seg í samband við Mentanartoymið í Fuglafjarðar kommunu, á telefon 238014