Løgreglan verður væl mannað á landsdystinum fríggjadagin

Landsdystir verða javnan spældir í Føroyum og oftast verða teir avgreiddir í góðum ítróttarligum anda. Til einstakar dystir hava vit tó seinasta árið upplivað ávísar fjepparahópar, sum hava hug at skapa ruðuleika.

Serliga gjørdi hetta seg galdandi, tá ið Hajduk Split var í Føroyum og spældu ímóti HB, tí teir áskoðararnir vóru serstakliga harðligir í síni framferð.

Nú kemur so kroatiska landsliðið til Føroya at. spæla.

Løgreglan sigur, at tey er væl fyrireikað og væl mannað til tá í Føroyar og Kroatia spæla landsdyst á Tórsvølli fríggjadagin.

Vit eru væl fyrireikað til tær ymisku støðurnar, sum kunnu taka seg upp – bæði undan dystinum, undir dystinum og eftir dystin, sigur løgreglan.Í hesum sambandi fer løgreglan at verðar sjónligari enn vanligt í býnum. Endamálið er at tryggja, at føroyska samfelagið følist trygt, hóast at ein slíkur dystur verður spældur í Føroyum.Av taktiskum orsøkum ber ikki til at greiða nærri frá, júst hvussu trygdin verður skipað í sambandi við dystin, og tískil kann heldur ikki væntast, at løgreglan svarar fleiri spurningum hesum viðvíkjandi.

Men vit hava fingið upplýst, at løgreglufólk eru eisini komin úr Danmark at hjálpa til, men tey vilja ikki siga, hvat slag av løgreglufólki talan er um. Løgreglan er eisini í samband við løgreglu og myndugleikar í Kroatia um tey fólk, sum kanska koma hendavegin.

Hinvegin er metingin, at áskoðarar, sum ferðast við landsliðnum, eru munandi friðarligari enn áskoðarar, sum ferðast við ávísum liðum…