Tvey fólk úr Dansk Flygtningehjælp dripin í álopi

Tvey fólk úr Dansk Flygtningehjælp sum vóru í Ukraina fyri at rudda burtur landminur, doyðu hósdagin í Norðurukraina, eftir eitt russiskt álop.

Hettar sigur Vjacheslav Anatolyovich Tjaus, guvernørur í Chernihiv-landslutinum í Ukraina, við AFP.

Dansk Flygtningehjælp váttar eisini álopið fyri TV 2, men kan ikki vátta tjóðskap teirra dripnu.

Harumframt hava trý fólk fingið skaða í álopinum

-Russar hava tilvitað lopið á starvsfólk hjá humanitera avminningartoyminum hjá danska Flóttafólkaráðnum. Tvey fólk eru dripin, skrivar guvernørurin á sosialu miðlunum, sambært AFP.

Álopið fór fram í landslutinum Chernihiv, umleið 125 kilometrar í ein útnyrðing úr høvuðsstaðnum Kiev.

– Fyrst fyltu russar økið við spreingievnum og minum. Nú drepa tey fólk, sivilfólk, sum seta lív sítt í váða fyri at rudda okkara land, leggur Tjaus afturat.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri heldur, at tørvur er á, at fáa greiðu á orsøkunum til álopið í Ukraina. Tað segði hon við TV 2 stutt eftir, at tíðindini bórust.

– Tá sovorðið hendir, og Dansk Flygtningehjælp er við, hava vit sum donsk stjórn og eisini ES, brúk fyri at finna út av hvør orsøkin er, sigur hon.

Rasmus Tantholdt, tíðindamaður hja TV2, heldur at tað Tað er heilt serligt, at ein danskur hjálparfelagsskapur er raktur, dagin eftir at Zelenskyj hevur verið í Danmark. Og tað at danska stjórnin hevur boðað frá, at Danmark nú fer at stuðla við at framleiða rakettbrennievni og kanska aðrar vápnalutir til Ukraina á danskari jørð.