Fleiri sjúklingar skulu flytast við tyrluni ístaðin fyri við Galaxy

Tað er eingin loyna, at Galaxy, sum røkir siglingina ímillum Suðuroynna og Havnina, er ikki serliga væl hóskandi til sjúkraflutning – serliga ikki til sjúklingar, sum eru seingjarliggjandi ella, sum sita í koyristóli.

Tí sigur Súsanna Bertholdsen, at sjúkrahúsverkið gjørt avtalu við Atlantsflog um at viðka avtaluna um tyrluflúgving við sjúklingum ímillum Suðuroynna og Havnina.

Landsstýriskvinnan sigur, at tað ber í sær, at sjúkrahúsverkið kann bíleggja tyrluna tá ið talan er um sjúklingar, sum ikki kunnu flytast við Galaxy.

Tað er eitt sindur ógreitt, akkurát hvørjar sjúklingar talan er um, tí tað hava vit ikki fingið nakran, hvørki landsstýriskvinnu, ella sjúkrahúsverkið, at útgreina.

Men trupulleikin – hann er við sjúklingum, sum sita í koyristóli, ella sum eru seingjarliggjandi, tí tað klára lyfturnar á Galaxy ikki, uttan stórar trupulleikar…