Amerikanska verjimálaráðið verður umdoypt

Donald Trump, forseti, hevur skrivað undir eina forsetakunngerð, sum gevur boð um, at amerikanska verjumálaráðið skal umdoypast til “Department of War.” (Krígsdeildin)

Amerikanska verjumálaráðið fekk sítt núverandi navn í 1949 – áðrenn tað var tað eisini kallað Department of War.

– Vit vunnu fyrra heimsbardaga, vit vunnu seinna heimsbardaga, og so avgjørdu vit at gerast “woke” og broyta navnið til verjumálaráðið, segði Trump á tíðindafundi í Hvítu Húsunum.

Hann heldur nýggja navnið vera, sum hann sigur – meira hóskandi í ljósinum av, hvar heimurin er nú.

Trump var flankaður av verjumálaráðharranum, sum nú nevnist krígsmálaráðharri– Pete Hegseth, sum gjørdi greitt, at “friður gjøgnum styrki” er nýggja mantrað hjá USA.

– Hendan navnabroytingin snýr seg ikki bara um at umdoypa, hon snýr seg um at endurnýggja.

Orð hava týdning. Tað endurreisir eitt stríðsmanna-etos, sigur Hegseth.