Martin skoraði sigursmálið og Jóan Símun setti met

Føroyskur fótbóltur fegnast um, at tað í kvøld eydnaðist at vinna HM undankappingardystin á útivølli ímóti Gibraltar 1-0.

-Fyrsti tímin var lakasta avrikið, sum liðið hevur víst, síðani eg fyri einum lítlum ári síðani tók við sum venjari. Tað var ov jánkaligt, talan var um nógv mistøk, og eldhugin var ikki tann, sum vit eitt nú vístu fríggjakvøldið ímóti Kroatia, sigur Eyðun Klakstein í samrøðu við Trónd Arge í Kringvarpinum, og hann heldur fram:

-Tá ið tað ikki riggaði soleiðis, sum vit høvdu ætlað, so var neyðugt at skifta út, og síðsta hálva tíman riggaði tað væl. Vit orkaðu betri enn heimamenninir, og tað sást, at vit í miðal eiga betri spælarar enn Gibraltar. At Martin Agnarsson skoraði sigursmálið var passandi, tí Martin var kanska besti maður á vøllinum, sigur landsliðsvenjarin.

Áðrenn Føroyar løgdu seg á odda og serliga fyrstu løtuna eftir steðgin spældi Gibraltar seg í fleiri góðar støður, sum kundu havt borið mál við sær, og tá var tað kærkomið, at Mattias H. Lamhauge var so sera tryggur millum stólparnar.

Sigurin í kvøld ber við sær, at Føroyar nú hava møguleika at vinna seg fram á triðja plássið í HM undankappingarbólkinum. Føroyar og Montenegro, sum vann 1-0 á heimavølli ímóti Føroyum, hava seks stig, og um tað eydnast at vinna tann 9. oktober, so kunnu Føroyar enda á triðja plássi.

Tá ið ein lítil tími var farin í kvøld, varð Jóan Símun Edmundsson skiftur inn. Hetta var serligt, tí Jóan Símun var í kvøld fyri 96. ferð á landsliðnum. Tað er met millum menninar. Metið hevur Fróði Benjaminsen við 95 dystum higartil átt. Metið millum kvinnurnar eigur Heidi Sevdal, sum hevur spælt 95 landsdystir.

-Sjálvandi er tað ein heiður at seta met, og tað verður hugaligt at hyggja aftur á, tá ið karrieran verður liðug. Nú fegnist eg saman við liðfeløgunum um, at tað í kvøld eydnaðist at vinna. Eg hevði møguleika at skora, men tað eydnaðist ikki, og tíbetur vunnu vit, hóast eg ikki skoraði, sigur Jóan Símun Edmundsson.

Hann sipar til støðuna, tá ið tað framvegis var málleyst. Jóan Símun sneiddi seg leysan og í kroystari støðu var um reppið, at hann skoraði, men bólturin fór út til hornaspark.

Hugsar tú um at røkka 100 landsdystum?

-Mær dámar sera væl at umboða Føroyar. Tað kennist vera stórur heiður, og so leingi, sum eg fái boð at spæla, so taki eg gleðiliga av møguleikanum, sigur Jóan Símun Edmundsson.

  

Gibraltar – Føroyar 0-1 (0-0)

0-1: Martin Agnarsson 68.

Dómarabólkur úr Svøríki: Mohammed Al-Hakim, Mehmet Culum, Fredrik Klyver og Joakim Östling (4. dómari)

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jann J. Benjaminsen (Jóannes K. Danielsen, 59.), Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (Meinhard E. Olsen, 86.), Géza Dávid Turi (Jákup B. Andreasen, 73.), Brandur Hendriksson Olsen, Jóannes Bjartalíð (Hanus Sørensen, 59.) – Páll A. Klettskarð (Jóan Símun Edmundsson, 59.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitals Mørk, Viljormur Davidsen, Gullbrandur Øregaard, Adrian Justinussen, Noah Mnenéy, Poul Kallsberg

Gult kort: Mattias H. Lamhauge

Venjari: Eyðun Klakstein

Hjálparvenjari: Atli Gregersen