Hvat er gjørt síðani samtyktin varð einmælt samtykt spyr Steffan
Løgtingsmaðurin Steffan Klein Poulsen spyr nú landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, um støðuna við vernd av børnum á internetinum – serliga í mun til pornografi og annan ágang. Tað eru nú tvey ár síðani, at Løgtingið einmælt samtykti uppskotið LM-83/2022, men lítið tykist komið burturúr, heldur løgtingsmaðurin.
Í einum skrivligum fyrispurningi til landsstýrismannin, vil Steffan Klein Poulsen hava greitt svar upp á, hvat er gjørt fyri at seta í verk, ítøkilig tiltøk, sambært samtyktini frá 2022. Samtyktin hevði til endamáls at verja børn ímóti pornografi og øðrum skaðiligum tilfari á netinum – eitt øki, sum altjóða gransking og siðbundin stovnar ávara ímóti.
Setir fýra ítøkiligar spurningar
Í fyrispurninginum verður dentur lagdur á, at hóast breiður politiskur semja var um samtyktina fyri tveimum árum síðani, so hevur almenningurin ikki sæð stórvegis úrslit. Steffan spyr tí landsstýrismannin beinleiðis:
Hvat er gjørt fyri at seta í verk ítøkilig tiltøk sambært samtyktini í Løgtinginum (LM-83/2022), sum varð einmælt samtykt?
Hvørjar tekniskar loysnir hevur landsstýrið kannað, og hvørjar verða mettar best egnaðar til føroysk viðurskifti?
Ætlar landsstýrið at leggja fram lógvaruppskot ella seta ítøkilig tiltøk í verk, soleiðis at Føroyar fylgja við altjóða gongdini á økinum?
Hvønn yvirskipaðan politikk hevur landsstýrið ment fyri at verja børn ímóti porni og øðrum ágangi á netinum?