Dronur stongja Aalborg Lufthavn
Løgreglan er send til Aalborg Lufthavn, og tvey flogfør hjá Norwegian og SAS eru umleidd. Tey flugu bæði retur til Keypmannahavnar seint í kvøld.
Flogdeildin hjá donsku flogverjuni við heimstaði í Aalborg, Air Transport Wing, váttar á Facebook, at hetta kemst av dronuvirksemi.
– Loftrúmið yvir Aalborg Lufthavn er í løtuni stongt orsakað av ólógligari dronuflúgving.
– Vit leggja nú dent á trygga handfaring av flogferðsluni og samstarva við løgregluna um handfaring av støðuni, stendur í uppslagnum.
Av hesi orsøk er flogvøllurin stongdur í kvøld.
Aalborg Lufthavn og Norwegian vátta fyri Ekstra Bladet, at flúgvingin er umleidd.
– Higartil snýr tað seg um tvær flogferðir, sigur Martin Svendsen, sølu- og marknaðarstjóri hjá Aalborg Lufthavn.
Hettar hendur dagin eftir at tað sama órógvaði flogferðsluna í Kastrup Lufthavn mánakvøldið.
Sí https://dimma.fo/grein/kaotiskir-tilstandir-i-kastrup-lufthavn