Føroyskir kemparar fingu fimm heiðursmerki í kapping í Danmark

Um vikuskiftið var føroyska Taekwondo felagið, Hwarang Føroyar, við í kappingini, Fredericia Open.

Felagið sigur, at fimm kemparar úr Føroyum vóru við, og tað hilnaðist rættiliga væl.

Føroyingarnir vunnu nevniliga fýra gullmerki og eitt silvur merki, ella fimm heiðursmerki tilsamans.

Íðkarnar hjá Hwarang Føroyar, mugu av landinum fyri at sleppa at dystast og tíðskil eru túrar sum hesin sera mennandi og læruríkur, sigur felagið.

Føroysku heiðursmerki í dysti í Fredericia Open, vóru hesi:

Jónar Kristiansson Poulsen, Cadet – 41kg

Silvur Stefan Mifsud, Cadet – 45kg Gull

Jerrold Balagasay, Junior -45kg Gull

Artur Helgason Højgaard, Junior – 63kg

Gull Prashim Khadka, Senior -58kg Gull

Hwarang Føroyar kempararnir fara nú víðari til tvær kappingar í Riga í Letland. Tær kappingarnar vera í døgunum 1.- 6.oktobur.