André heldur fram í HB

HB boðar nú frá, at felagið og André Olsen hava skrivað undir nýggjan sáttmála. Nýggi sáttmálin ber við sær, at André Olsen eisini í 2026 og 2027 verður venjari hjá Havnar Bóltfelag.

Tíðindini koma ikki óvæntað. Tað hevur verið bíðað eftir teimum í fleiri vikur.

Síðani André Olsen tók við sum HB venjari í mai hevur felagið ongan dyst tapt í heimligu landskappingini.

Higartil hevur André havt ábyrgdina í 18 dystum. HB hevur vunnið 12 dystir, fimm ferðir er tað endað javnt, og so tapti HB 1-0 í UEFA Conference League á Brøndby stadion.