Gull og skreyt í Fløtugerði

Tað var FM rómur í Fløtugerði í Fuglafirði í kvøld.

U-21 liðið hjá ÍF spældi síðsta landskappingardystin í hesum kappingarárinum. Longu fyri einari viku síðani varð tað greitt, at ÍF er føroyameistari. Tað var tað, tá ið ÍF á mikkjalsmessu vann 2-1 á útivølli ímóti AB.

Í kvøld var NSÍ gestur í Fløtugerði, og heimaliðið vann stórsigur. Nýklakta meistaraliðið setti punktum fyri hetta kappingarárið við at vinna 7-1 eftir hálvleiksstøðuna 5-1. Stóri spælarin hjá ÍF var Rúnar Cederius Johnsson, sum skoraði fimm mál.

U-21 landskappingin hevur verið síðani 2018, og hetta er fyrsta ferðin, at ÍF er føroyameistari. Hetta er fyrsta ferðin síðani 1979, at ÍF er FM vinnari hjá monnum og unglingum. Í 1979 vann ÍF FM í bestu deildini, og í 1975 vann ÍF unglingadeildina, sum hon tá kallaðist

Venjari hjá ÍF er Kristoffer Kvistgaard, og hjálparvenjari er Jóan Pauli Jacobsen.

U-21 FM vinnarar

2025 ÍF

2024 B71

2023 07 Vestur

2022 KÍ

2021 NSÍ

2020 KÍ

2019 NSÍ

2018 AB