Brekkulegan

Ein áhugaverd skótalega er í Leirvík í hesum døgum.

Har hava áleið 500 skótar úr 16 ymiskum londum gjørt innrás, nú sonevnda Brekkulegan er á skránni – 42 ár eftir, at hon var hildin fyri fyrstuferð.

Altjóða skótalegan byrjaði 31. juli og heldur fram til 5. august.

– Endamálið er bæði at skapa vinarbond og at varpa ljós á føroysku skótarørsluna, sigur Halbjørg Mørch Christiansen, sum er leguovasti.

Tann fyrsta Brekkulegan var í 1983 – og verður lýst sum heilt serstøk.

Ein, sum var við tá, er Jørmund Foldbo, sum tá var 21 ára gamal.

– Her er bæði loyvi at vera vanligur og ein originalur, sigur hann, nú hann luttekur fyri aðruferð.

Steinar Patursson, skrivari í Føroya Skótaráð skrivar á Facebook

-Um tit ikki vita, hvat tit skulu gera um dagarnar, so haldi eg, at tit skulu fara ein túr til Leirvíkar at lúra eftir Brekkuleguni.

Brekkulegan er nógv (nógv (nógv)) tann størsta skótalegan í Føroyum hesumegin aldarskiftið, og tær báðar Halbjørg Mørch Christiansen og Bergfríđ Næs hava við góðari hjálp frá Oluf P. Joensen, Marius Hammer, Bogi F. Sigurstein, Rúni Mørch Christiansen og Helma Maria Tróndheim knossað, so tit trúgva, at tað er lygn, fyri at fáa hetta at hanga saman.

Skótabólkar eru komnir úr Kanada, Íslandi, Norra, Svøríki, Danmark, Litava, Ungarn, Slovakia, Polandi, Skotlandi, Luksemburg og Onglandi.

Upplagt høvi at læra eitt sindur um skótarørsluna og síggja, hvat skótarnir í Føroyum klára at stápla upp á beinini!

Leiðarin av leguni, Bergfríð Næs, sigur við dimma.fo

-Tað er ein fantastisk lega. Vit hava havt aktivitetir allan dagin.

Jarnsmíð, bogaskjóting, demos cratos(rollispæl), postarenningar, seiðaberg, síðing, flaka, katapult byggjing og sjálvandi hike.

Tað er útselt á leguni, men tað ber til at koma og lúra, sum Steinar sigur, og eisini er ein bíðilista man kann skriva seg uppá Bíðilisti