Danskir hermenn eru útsendir til Lettlands

Danskir hermenn søgdu hósdagin familju og vinum farvæl, fyri at taka størstu uppgávuna hjá donsku herdeildini uttanlands uppaftur.

Teir eru á veg móti einum øki, har hóttanin um kríg støðugt økist.

Í Lettlandi fara teir umleið 800 hermenninir at stuðla undir verjuna av eystara flanka hjá NATO í eini tíð, har samleikin í samgonguni er veikari, meðan stúranin fyri einum framtíðar russiskum álop er vaksandi.

– Tað er týðiliga ein álvarsligari hóttan, sum vit ferðast til hesa tíðina, sigur herleiðarin Peter Boysen og leggur afturat:

-Tað einasta, sum russar – eftir mínum tykki, hava virðing fyri, er tann stóri hamarin. Og tað er tað, sum vit nú senda til Lettlands við einari tungtvápnaðari stríðsbataljón, sigur hann

Danska bataljónin fevnir um stríðsvognar og infanteri-stríðsakfør, og sambært heryvirmanninum er danska íkastið millum tað mest sterka hjá NATO á eystara flanka.

Tað er fyrst og fremst ætlað at vera partur av felags avbyrgingini hjá NATO, og einans nærveran av hermonnunum er ætlað at vísa Russlandi, at eitt álop á baltisku londini fer at hava stórar avleiðingar.

Møguligur friður í Ukraina økir um hóttanina, tí hóttanin móti donsku hermonnunum er tætt knýtt at teimum altjóða hendingum, sum ganga fyri seg í løtuni.

Ikki minnst í mun til eina møguliga friðaravtalu. Um tað ger enda á fíggindaskapinum, kann tað økja um hóttanina móti baltisku londunum.

Tey hava stórar russiskar minnilutar og liva við óttanum fyri russiskum ambitiónum, um at endurskapa mørkini frá áðrenn Sovjetsamveldið datt niður. Hettar stóð í grein hjá TV2 hósdagin.